Genelec

Síðan Genelec varð stovnað í 1978, hevur ljóðeftirlit verið kjarnan á teirra virki. Stremban teirra, eftir at kanna og menna tøknina, hevur havt við sær, at Genelec er ein av førandi veitarum innan ljóðeftirlitsvinnuna. Eftir meiri enn 40 árum, heldur útgerðin enn ta góðu góðsku, ið Genelec er bygt á, og kann veitarin tryggja álítandi og óbroytandi ljóðgóðsku, uttan mun til stødd á hølinum. Harafturat fær kundin ágóðan av tí góðu tænastu, ið Genelec veitir, eitt nú ljóðfrøðiliga ráðgeving og tøkniliga hjálp. Við at keypa vørur frá Genelec, tryggjar kundin sær ta bestu loysnina.

Genelec ynskir at vera eyðkend, sum eitt einskilafelag, ið strembar eftir at gera meir, enn væntað verður. Hetta fevnir um bæði bestu vørur og tænastur til kundar teirra. Seinastu tíggju árini hevur Genelec víðkað um kundaskaran, frá tí vinnuliga inn í heimið. Ymiskar eru vørurnar, men eitt er tað sama – ynski teirra um at veita besta ljóðið.

Trýst her fyri at lesa meir um Genelec.