Útleigan

Útleigan av útgerð

Ráðstevnur
AVlux er heildarveitari av tekniskum loysnum til ráðstevnur. Vit kunnu veita ljóð-, ljós- og videoútgerð, stórt pallborðssett og dygdargóða tulki útgerð til alskyns ráðstevnur. Um ráðstevnan skal stroymast, er tað eisini ein uppgáva, vit megna.

Stroyming
Við bert 1-2 tøkningum kunnu vit veita dygdargóða stroyming við 4 myndatólum, umframt ljóðbland, ljósbland og grafik.

Stórskíggjar
Við dygdargóðu LED stórskíggjunum frá digiLED, kunnu vit veita uttandura og inndandura stórskíggjar til alskyns endamál s.s. ítróttartiltøk, lýsingarskeltir og kunningarskermar.

Konsertir, fyrilestrar o.l.
Vit hava eitt breitt úrval av útgerð, sum vit leiga út til ymisk høvi, eitt nú konsertir, fyrilestrar, fundir, ítróttartiltøk, sølustevnur v.m.. Vit kunnu veita ljóð- og ljósútgerð, videoútgerð, stórskíggjar og útgerð til stroyming. Útgerðin kann nýtast til bæði innandura og uttandura tiltøk.

Útgerð til útleigan
– Martin Audio (PA hátalarar og monitorar)
– Genelc (high end hátalarar til smærri fundir v.m.)
– Prolights (LED lampur)
– Panasonic (video uppvørpur)
– Martin (Moving head lampur)
– Roland (AV video útgerð)
– DigiLED (uttandura og innandura stórskíggjar)
– Shure (mikrofonir)
– Sennheiser (mikrofonir)
– Neuman (mikrofonir)
– AKG (mikrofonir)
– Bosch (ráðstevnu mikrofonir og tulki skipan)

Set teg í samband við okkum, so finna vit røttu loysnina til tín tørv.