Um okkum

AVlux varð stovnað 19. september 2014. Høvuðsmaðurin handan felagið er Hans Andor Johannesen. Tankin aftanfyri felagið er at veita eina professionella tænastu innan ljóð, ljós og video útgerð. Tað veri seg í sambandi við installatiónir, viðlíkahald og útleigan av útgerð.

“Vit leggja stóran dent á at skapa loysnina saman við kundanum. Hetta tryggjar, at kundin fær tað, hann hevur tørv á, og vit tryggja, at tann loysnin, sum verður vald, riggar til fulnar”
Hans Andor Johannesen
Stjóri og eigari av AVlux.

Við drúgvum royndum innan tøkni, hava vit skjáttuna fulla av amboðum, vit kunnu brúka at hjálpa kundum okkara.

Okkara stevnumið eru:
– At veita eina holla ráðgeving
– At tryggja, at kundin fær tað, honum tørvar
– At tann loysnin, ið vit veita, riggar eftir ætlan
– At veita eina professionella tænastu

Um tú ella tín fyritøkan umhugsa at gera íløgu í nýggja AV tøkni ella møguliga at dagføra verandi tøkni, eru vit altíð til reiðar at finna eina loysn, sum passar best til tykkara tørv.

Felagið arbeiðir út frá 5 høvuðsgreinum

1. Ráðgeving innan tøknuligar loysnir
Vit lýsa uppgávuna og gera neyðugu kanningarnar fyri at finna best egnaðu loysnina júst til tykkara tørv. Loysnirnar, ið vit velja, byggja vit á útrokningar og simuleringar av ljóð, ljós og video tøkni. Á henda hátt kunnu vit við vissu finna røttu loysnina.

2. Søla, installatión og viðlíkahald av AV tøkni
Vit veita eina samlaða tænastu, har vit standa fyri innkeypi av útgerð, installatión og møguligum viðlíkahaldi og eftirliti, eftir at verkætlanin er liðug.

3. Útleigan av ráðstevnu útgerð
Vit hava alla vanliga ráðstevnu útgerð til leigu, eitt nú uppvørpur, tráðleysar mikrofonir, hátalarar, ljóðpultar, pallborðs mikrofonir og tolka útgerð.

4. Video framleiðsla
Vit kunnu veita eina fullfíggjaða video framleiðslu av t.d. fundum, ráðstevnum, konsertum og ítróttartiltøkum. Framleiðslan inniheldur upp til 4 kamera, grafikk, framleiðara, ljóð- og ljósfólk.

5. Útleigan av stórskíggjum til uttandura brúk
Vit hava tveir LED stórskíggjar til uttandura brúk. Tann eini stórskíggin er 16m2 til støddar og er mobilur. Hetta merkir, at hann lætt kann flytast runt um alt landið og tað tekur einans 30 minuttir at gera skermin kláran.
Afturat mobila skíggjanum hava vit eisini ein LED modul skíggja, sum er 24m2 til støddar. Hesin stórskíggin kann setast saman júst eftir tykkara tørvi, soleiðis at hann kann brúkast til eitt nú lýsingarbannarar, kunningarskíggjar ella í heilum líki við teimum 24m2. Báðir skermarnir eru IP65, sum merkir, at teir eru vatntættir og tola væl at standa úti í regni og vindi.